Eins og undanfarin ár, fer havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, aftur at gera váryvirlitstrolingar í seinnu hálvu av mars.
Á hvørjum vári og hvørjum heysti vera hesar rannsóknir gjørdar kring um á føroysku havleiðunum, og soleiðis hevur verið í mong ár.
Tað er altíð áhugavert at síggja úrslitini av hesum royndum og tá royndirnar, sum havrannsóknarskipið regluliga ger á Føroyabanka, verða gjørdar á einum túri fyri seg, er altíð stórur spenningur um, hvussu út sær á Bankanum.
Føroyabanki var friðaður fyri allari vinnuligari veiði í nógv ár, tí toskastovnurin í fleiri ár var so illa fyri, men seinnu árini hevur ávís vinnulig veiða verið aftur á Bankanum, og skip og bátar hava fingið væl burturúr á línu-og snelluveiði.
Í ár fer Jákup Sverri á Føroyabanka at gera yvirlitstrolingar í døgunum, 19.-26. mars, og túrleiðari verður Helga Bára Mohr Vang.
##med2##
Millum tey, sum plaga at keypa fisk, tá havrannsóknarskipið kemur aftur av Bankanum, eru matstovurnar í Havn, fiskamatstovan Barbara og Áarstova, og her hevur í fleiri ár verður skipað fyri sonevndum føroyabankakvøldum, bæði á vári og um heystið.
Hetta eru vælumtókt kvøld, sum í ár verða 28. og 29. mars, og longu nú ber til at biðja um pláss á matstovunum til føroyabankakvøldini, sum skjótt plaga at verða útseld.
Tað er eitt rák kring okkum, har fleiri og fleiri spyrja eftir fiski úr reinum og óspiltum havumhvørvi, og sum árini eru liðin, vita mong, at toskurin av Føroyabanka er serstakur og framúr góður.
Á Føroyabanka fáast eisini onnur fiskasløg, og eitt nú hevur nógv hýsa verið at fingið á Bankanum í fleiri ár.
Tað er eingin ivi um, at Føroyabanki og alt fiskameingið á Bankanum eru gimsteinar hjá okkum føroyingum.
Lítið er eisini at ivast í, at eitt nú Visit Faroe Island kundi fingið nógv burtur úr við einum enn størri fokusi á hesa fantastisku rávøru - úr óspiltum havi, sum føroyingar eiga.
##med3##