Ríkis-og stjórnarleiðarar úr 31 londum hava í dag verið á fundi í franska høvuðsstaðnum, París.
Á skránni hevur enn einaferð verið russiska krígsførslan í Ukraina.
- Boðskapurin, sum er allar greiðast, er, at nú liggur bólturin á russisku hálvuni.
Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, eftir fundin millum leiðararnar, og hetta sigur hann við NRK.
Russisku álopini á Ukraina halda fram, og tí heldur norski forsætisráðharrin, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu varðveitast.
- So leingi, sum Russland eingi stig tekur, mugu revsitiltøkini halda fram, sigur hann.
Týski kanslarin, Olaf Scholz og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, halda eisini, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu halda fram, soleiðis sum støðan er.
- Hetta er ikki rætta løtan at taka revsitiltøkini av, halda teir báðir.