Skandinavia fer at herða reglar fyri nethandil

Sambært danska umhvørvisráðharranum Magnusi Heunicke er Evropa ov bundið av londum, sum ikki hugsa um brúkararnar.

Danmark, Svøríki og Norra fara saman at steðga óskipaðu søluni hjá nethandlum av heilsuskaðiligum vørum á evropeiska marknaðinum.

 

Tað upplýsti danski umhvørvismálaráðharrin, Magnus Heunicke, á tíðindafundi í Brússel í dag.

 

- Vit mugu viðurkenna, at ov nógvur naivitetur hevur verið í Evropa higartil. Vit eru djúpt bundin av ódemokratiskum stjórnum, sum ikki hugsa um brúkaravernd, sigur Heunicke.

 

Talan er um vørur frá nethandilspallum sum Shein, Temu og Wish.

 

Skandinavisku londini stuðla ætlanini, sum ES-nevndin hevur lagt fram, um at regulera nethandilin meira, men sambært Heunicke er tað ikki nóg mikið.

 

- Neyðugt er við alsamt meira skjótleika, sigur hann.

 

- Tað hevði ongantíð verið góðtikið, um tað var ein stórhandil ella ein danskur, svenskur ella norskur nethandil, sum seldi slíkar vørur og aftur og aftur systematiskt ignoreraði reglurnar, leggur hann afturat.

 

/ritzau/