Endamálið er á einfaldan hátt at kunna brúkarar um heilsufrøðilig viðurskifti, t.d. reinføri, á teimum støðum, har matvøra verður seld, m.a. á matstovum og útvið-veitingum. Eftirlitsúrslitið verður almannakunngjørt við eini brámynd (smiley), sum skal hanga á sjónligum stað, t.d. beint við inngongdina til matarstaðið.
Samstundis kemur í gildi kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu (Heilsufrøðiliga kunngerðin). Henda kunngerð er galdandi fyri alla løggilda matvøruframleiðslu í Føroyum. Við kunngerðini verður dentur lagdur á, at matvørutrygdin er í hásæti í øllum liðum í matvøruframleiðsluni, bæði í sambandi við útflutning og á heimamarknaðinum.
"Føroyar eru matvøruframleiðandi tjóð, og tað er avgerandi fyri okkara útflutning, at regluverkið lýkur allar treytir og áhaldandi verður dagført samsvarandi sáttmálum og avtalum, sum vit hava bundið okkum til. Yvirskipaða málið við matvørureglunum er at tryggja brúkarunum heilsugóðar matvørur við góðari góðsku og at verja brúkaran móti villleiðing. Málið er eisini at tryggja matvøruframleiðarum og handilsfólkum rímiligar og einsháttaðar treytir", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er komin væl ávegis við fyrireikingararbeiðinum til nýggju Brá-skipanina, og stovnurin fer í næstum at kunna vinnuna um skipanina.
Kunngerðin kann lesast her